rørsla og hugnalig samvera til virkið Vár 2025

rørsla og hugnalig samvera til virkið Vár 2025

Aftur í ár skipaði Norðstrok og Klaksvíkar komuna fyri familjusúkkling til Virkið Vár 2025.

Hetta er triðja ári at hetta tiltakið verður skipa, og sigast má at hetta er væl umtókt tiltak. Tað møttu sera nógv fólk í øllum aldri upp til rørslu og samveru. Veðrið var av tí besta til ein góðan súkklutúr, og hýrurin var góður tá sett var á føtlarnar. Leiðin gekk frá KBI og út ímóti Norðoyri.

Eftir túrin bjóðaði KBI til ein kaffemunn, sunkist og okkurt lekkurt omaná.

Ùr Miðvági til klaksvíkar at súkklað.

Ein av teimum, ið hevur veri fastur gestur til tiltakið er Sámuel úr Miðvági. Sámuel gongur í 1 flokki. Hann hevur ein abbadidd (Hanna Ovadóttir), sum hevur súkklað við Rynkeby, og tí er tað blivin fastur táttur hjá honum at koma til Klaksvíkar at súkklað saman við abbadidd tá familjusúkkling er til Virkið Vár.

Annars kann sigast at hetta er ein góður máti at fáa súkklurnar klárar til summarið, og ikki minst er tað gott fyri børini, at læra seg saman við teimum vaksnu, at súkkla saman við fleiri.Og ikki minst, at vera ansin í ferðsluni.

Norðstork ynskir at takkað øllum fyri ein sera góðan súkklutúr!

Niðanfyri eru nakrar myndir frá tiltakinum:

Leave a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *