Hvat vit bjóða

Felags venjingar

Vit bjóða felagsskap, felagstúrar og ymisk onnur spennandi tiltøk. Eisini er møguleiki at ráðføra seg við aðrar íðkarar um millum annað útgerð, venjingar o.a...

Atgongd til Kappingar

Sum limur í Norðstrok, ert tú millum tey fyrstu ið hoyra um kappingar, tiltøk og mangt annað spennandi.

Fyrileystrar og annað

Vit ynskja at limir okkara hava bestu karmarnar til víðari menning og tí skipa vit javnan fyri fyrilestrum og øðrum ið tú kanst fáa ágaóðan av

F.A.Q.

Ofta spurdir spurningar

Øll kunnu verða limir í Norðstrok, líkamikið aldur, kyn ella royndir.

Vit hava sum so ongar treytir, uttan tað árliga limahaldið áljóðandi 300 kr um ári.

Tú fært atgongd til vælskipaðar venjingar, kunning, fyrilestrar, tiltøk og mangt annað ið ger súkkling og triathlon meira spennandi.

Og so ikki minst, samanhald við fólk við sama áhugað sum tú.

Tá ein skal til at keypa sær súkklu er tað vert at vera neyvur hvat ein vil? 

Innan súkklu heimin kann tað býtast groft upp í hesar bólkar:

  1. Vegsúkkling
  2. Fjallasúkkling
  3. Einkultstart 
  4. Gravel
  5. Triatlon
  6. Býðarsúkkling 

Tí er umráðandi at ráðføra seg við ein, ið hevur skil fyri súkkling og dugir at vegleiða teg tað sum hóskar til júst tín.