Veðrið vísti seg frá síni bestu síðu í dag, tá skipa var fyri Duatlon í Árnafirði í samband við Virkið Vár 2025, sum endar í dag.
Nógv hevur verið á skránni hesa seinastu vikuna, men tað var ikki til hindurs fyri, at fleiri høvdu lagt sær leiðina norður um nýggja tunnlin til Árnafjarðar.
À skránni var nemliga Duatlon, sum var skipa sum eitt heilsutiltak har lagt var upp til at renna-súkkla-renna. Hetta gav børnum og foreldrum/vaksnum møguleikgan at íðka á sama strekkið. Eisini er gott at kunna tvinna ítrottargreinar saman á henda hátt.
Aftaná tiltakið var lagið sera gott, og børnini hugnaðu sær óført í sera vakru umstøðunum í Árnafirði. Enntá vóru nakrir sum lupu í ein hyl í ánni. Um tað var av hita ella bara til stuttleika sigur søgan einki um.
Norðstrok takkar fyri tveir góðar dagar hesa vikuna við nógvari súkkling og familjuhugna. Vónandi vera vit við aftur til Virkið Vár 2026.




















