duatlon í árnafirði sunnudagin kl 15:00

duatlon í árnafirði sunnudagin kl 15:00

Súkklufelagið Norðstrok skipar fyri Duathlon, ið verður skipað sum eitt familjutiltak.

Duatlon snýr seg um at samantvinna tvær ítróttagreinar , har møguleiki er at renna-svimja-renna ella súkkla-renna-súkkla. 4. mai verður tað renna-súkkla-renna.

Soleiðis verður tað skipað:

Renna 2 km- Súkkla 6 km – renna 2 km.

Byrjað verður við kirkjuna í Árnafirði.

Til ber eisini at stytta rutuna í helvt. Renna 1 km – súkkla 3 km – renn 1 km. Tá verður vent miðskeiðis á rutuni.

Tað skal undirstrikast, at hetta ikki er ein kapping, men eitt heilsutiltak, har møguleiki er at royna nakað øðrvísi enn vanligt, og at hava góða samveru.

Leave a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *