Veðrið kundi verið betur tá starturin gekk inni á Strondum í dag kl 15:00, men í dag fekk tað ikki steðga nøkrum spentum og treiskum monnum. Tað var enn einaferð SST, ið skipaði eina einkultstart kapping, og kappaingarstjóri hesuferð var Geyr Gilsteinsson.
Startur og mál var á Strondum við Strandamáling, og vent bleiv við rundkoyringina Undir Gøtueiði. Teinurin var 40 km.
Slíkar einkultstart kappingar kunnu samanberðast við vinardystir í fótbóltið. Tað merkist eisini á teimum, ið luttóku at tað nærkast við fullari ferð til kappingarári verður skotið í gongd.
Tað var nokk eingin ivi um hvørjir tríggir vóru favorittar til top 3 í dag. Pauli Poulsen, Bergtór Tórsteinsson og Hilmar Hansen eru allir sera væl fyri. Av hinum plássunum var tað meira javnt og ringt meta um, og tá avtárnaði var tað eisini sera javnt millum nr 4, nr 5 og nr 6. Eli Hansen var við fyri fyrstuferð, og gjøggnumførdi hann uttan trupuleikar.
Ùrslitini í dag gjørdu hesið:
- Pauli Poulsen (00:59;56)
- Bergtór Tórsteinsson (01:02;43)
- Hilmar Hansen (01:05;40)
- Bogi Gregersen (01;09;48)
- Jóan Petur Joensen (01:10;19)
- Eirikur Joensen (01:10;51)
- Eli Hansen (01;24;53)
Hoyr her Paula Poulsen greiða frá degnum, og hvussu gekst honum.
Eli Hansen var fyrstuferð við til einkultstartkapping í dag, og tað er eingin ivi um at tað er gott at síggja at fleiri ungir súkklarar leggjast til. Vit ynskja Eli góðan byr við súkklingini frammyvir.




Stuttligt at síggja glaðar luttakarar aftaná kappingina hóast tað mann ikki hevði verið vátari um man svam teinin!