Um vikuskiftið varð skipað fyri eini TT súkklukapping í Kaldbaksbotni. TT stendur fyri Time Trial og er ein skipa sum einkultstartur, tað vil siga at at starta verður hvør sær.
Veðrið var sera sera ruskut, og hetta sást nokk eisini aftur á luttakara talinum sum hesuferð einans taldið tríggjar troyskar menn.
Tað var eingin annar enn Gunnar Dahl Olsen og fleiri aðrir úr TST, ið skipaðu fyri kappingini eftir áheitan frá Sersambandinum í súkkling og triatlon. Gunnar er royndur og treystur maður tá tosað verður um at skipa kappingar, og veðrið slapp ikki at forða honum hesuferð.

Gunnar Dahl Olsen, Myndirnar eru lántar frá kapping sísta heyst.
Teinurin ið var 24 km til longdar skuldi súkklast í trimum, soleiðis at tað vóru tríggjar rundir á 8 km.
Teir tríggjir sum luttóku vóru hesir: Bergtór Torsteinsson (Norðstrok), Pauli Poulsen (Norðstrok) og Gunnar Dahl Olsen (TST).
Pauli og Bergtór hava júst verið á Gran Canaria á venjingarlegu, um hetta kom teimum til góðar longu nú er ilt at døma um.
Pauli vann tryggan sigur, og vóru tað hálvur triði minuttir aftur til nummar tvey, sum í dag gjørdist Bergtór Tórsteinsson. Góðar tveir minuttir eftir Bergtór kom Gunnar Dahl-Olsen á mál.
Úrslitið, 24 km TT:
- Pauli Poulsen, 37 minuttir 2 sekund
- Bergtór Tórsteinsson, 39:33
- Gunnar Dahl Olsen, 41:36
Komandi vikuskiftið verður aftur skipað fyri súkklukapping, og aftur tá verður kappast í einkultstarti. Tá verður teinurin nakað longri, og skulu luttakarar koyra ein 40 km langan Einkultstart.
Startur og mál verður við Strandamáling. Vent verður í Søldafirði og nærri kunning verður seinni í vikuni um júst hvar tað verður vent í Søldafirði. Kappingin byrjar kl 15 og skulu allir luttakarar møta kl 14.30.