Leygardagin var kapping í MTB XCC, og sjálvandi var norðstrok umboða.

Leygardagin var kapping í MTB XCC, og sjálvandi var norðstrok umboða.

Leygardagin bleiv kappast á gøtunum kring Glasir og teinurin, sum kappast bleiv á, hevur fingið navnið Glasir Fres.

Undan kappingini hevði regnað av grimd, men tá klokkan slóð 15 bleiv turt og, hóast kalt og vindur, so kagaði sól framm.

Uni Heðinsson legði “traditionen tro” hart út. Góð tvey umfør lá hann á odda. So hart legði hann út, at hann setti met á júst hesum teini, tá hann slóð metið við 4 sekundum.

Aftanfyri hann stríddust Bartal í Gongini, Sofus Petersen og Gunnar Dahl-Olsen. Løtu seinni fór Dahl-Olsen framvið. Hendan støðan helt seg til dómarin bríkslaði fyri at 45 minuttir vóru farnir.

Úrslit, Glasir Fres, XCC 45 min:

  1. Gunnar Dahl-Olsen
  2. Uni Heðinsson
  3. Bartal í Gongini
  4. Sofus Petersen

Næsta MTB kapping verður komandi leygardag 22 Febuar, og tá verður kappast í Havnardali, og eins og hendan, byrjar kappingin kl 15.

1 thought on “Leygardagin var kapping í MTB XCC, og sjálvandi var norðstrok umboða.”

Leave a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *