á venjingarlegu á gran canaria.

á venjingarlegu á gran canaria.

Uttan iva fer tað at geva úrslit, og síggjast aftur tá teir seinni í summar koma at kappast bæði í Føroyum og uttanlands.

Júst nú eru Pauli Poulsen(Norðstrok), Bergtór Torsteinsson(Norðstrok) og Andrass Joensen(TST) farinir til Gran Canaria á venjingarlegu.

Teir eru allir tríggjir sera royndir innan ítrott. Andrass hevur sístu árini luttikið í VM og EM innan triathlon, og Bergtór var ein partur av Oyggjaleika landsliðnum til sístu Oyggjaleikir og hevur eisini nógvar altjóða royndir.

Ì dag súkklaðu teir tríggjir um 110 km og løgdu teir 2075 hæddarmetrar aftur um seg.

Pauli Poulsen er væl kendur innan renningina, og so er hann eisini fótbóltsvenjari. Sístu tíðina hevur hann vant nógv súkkling. Pauli luttók fyrstuferð til Kring Føroyar í fjørð. Her gjørdi hann eitt ordligt hál longu fyrsta dagin á einkultstart-súkkluni og var klárt á odda. Tíðanverri fyri hann so punkteraði hann næsta dagin á Sandoynni.

Nú eru teir aftur farinir at gera seg klárar til enn eitt kappingar ár, og spennandi verður at fylgja við hvussu leikur man fara framm í 2025. Tað tykist sum um at teir allir tríggjir eru sera væl fyri. Allir hava vant væl í vetur.

Uttan iva mann tað fara at geva úrslit og síggjast aftur tá teir seinni í summar koma at kappast bæði í Føroyum og uttanlands.

Ì dag fingu vit nakrar myndir sendandi frá teimum á Gran Canaria, teir síggja út til at hugna sær hóast tað munnu vera nakrar harðar og seiðar brekkur til tíðir.

Leave a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *