Verandi nevnd heldur fram.

Verandi nevnd heldur fram.

Myndin er frá 2024.

Tað var væl møtt til Aðalfundin, sum var hildin tann 19 mars, og fleiri vóru tey eisini sum høvdu boða frá at tey ikki fingu komi.

Tað er hugaligt at áhugin er so stórur fyri súkklufelagnum, sum nú er fari inn í fimta ári.

Fundurin var sambært lógnum felagsins. Formaðurin greiddi frá tí, ið hent var í 2024, og síðan var nevndarval.

Tað bleiv ikki nakað stríðsval, tí sama nevndin var sinna at halda fram, og eingin mótmælti.

Nevndin er skipa soleiðis:

  • Jóan Petur Joensen, Formaður
  • Hilmar Hansen, Næstformaður
  • Jan Gardar, Nevndarlimur
  • Malena Sivertsen, Tiltakslimur
  • Bergtór Torsteinsson, Tiltakslimur

Eisini var John Syderbø, vinnu og mentanarstjóri hjá Klaksvíkar Komunu við á fundinum. Hetta er í samband við at Klaksvíkar Komuna hevur eina verkætlanan har tey vilja menna umstøðurnar hjá ítrottinum í Klaksvík.

Annars bleiv tosa um framtíðarætlanir hjá felaganum, og eisini komu nógv góð hugskot upp at venda.

Vit í nevndini vóna at vit fáa eitt gott súkkluár, við nógvum góðum og stuttligum upplivingum.

Leave a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *