
Ì dag var fyrstuferð at Norðstrok hevði ein skipaðan fjallasúkklutúr, og hóast undirtøkan kundi verið betur, so bleiv tað ein fínur túrur allíkavæl, og vónandi vera tað fleiri næstuferð.
Eigur tú eina fjallasúkklu, og hevur hug at fáa felagsskap saman við at Ìðka, so er bara at møta upp næstuferð.
Tað vóru ikki bara Norðstrokara, sum vóru farnir sær ein súkklutúr í dag. Eisini Rynkiby tóku av góða veðrinum, og fingu tey ein góðan túr norður ígjøggnum nýggju tunnlarnar. Tað er altíð hugaligt at síggja tey gulu súkkla saman í stórum fylgi.
Um Rynkurnar kann sigast at tey venja spinning inni mest sum allan veturin, so tað er lítið at ivast í at tað er gott at fáa fríska luft tá høvi er til tað.

Her eru nakrar myndir frá einum góðum súkkludegið norðanfyri.





