Hevur tú fyrst roynt at súkkla, so er ikki latt at geva uppat, og tí siga vit, “einaferð rynka, altíð rynka”.
Á hvørjum árið siðani 2012 hava bæði ung og eldri súkkla til París, við tí endamálið at savna pening til børn við álvarsligum sjúkum og familjur teirra.
Í ár fara umleið 80 súkklarar at súkkla til París. Úr norðoyggjum fara Sigrid, Malena, Don og Barbara at súkkla við Team Sornfelli, og Anja, Anna, Allan, Kristvør, Marner og Jóna fara at súkkla viõ Team Foroyar. Meiken, Annika, Hanna og Petur eru við á tænastutoyminum.
Fyri at fáa ein góðan túr, venja vit umleið 3 ferðir um vikuna inni. Vit spinna í Íðka mánadag, mikudag og friggjadag, tó kemur tað fyri um veturin, at vit sleppa onkran túrin úti.
Eftir jól skulu vit súkkla tríggjar testir, fyri at vita, um vit eru á rættari leið, áðrenn ferðina til París. Í januar mánaða súkkla vit fyrstu testina, sum er 60 km. Síðan eru testirnar 80 km og tann seinasta er 100 km. Hesar testir vísa okkum, hvussu vit eru fyri, og vit fáa eina hóming av, hvussu tað følist, tá mann súkklar langar túrar.
Ta ljósu tíðina súkkla vit frá Skálabotni týsdagar og hósdagar, ein túrur, sum er uml. 50 km langur. Í vikuskiftinum súkkla vit langar túrar. Tá byrja vit kl. 10.00 og enda umleiõ kl.15.00. Vit eru eisini á einari venjingarlegu i 3 dagar, og tá fáa vit okkum ordiliga roynd. Vit merkja kanska tá fyri fyrstu ferð, hvussu tað er at súkkla langar túrar, i 3 samahangandi dagar.
Vit súkkla umleið 100 til 150 km hvønn dagin. Á venjingarleguni sleppur tænastutoymini eisini at royna seg, bæði við at matgera og eisini mekanikarnir.
Prologurin í ár er eina viku fyrr enn undanfarin ár. Vit súkkla úr Klaksvik til Havnar seinast juni, og fara so úr Føroyum 4. july til Keypmannahavnar við Atlantic Airways.
Túrurin byrjar i Tønder, og so verður traðka til París. Hetta er ein túrur, sum tekur 7 dagar. Hvønn dag súkkla vit millum 150 til 190 km. Vit hava tað gott og stuttligt, men tað kann eisini vera strævið, og tá er neyðugt, at ein rynka er til staðar og heldur einum til.
Hevur tú fyrst roynt at súkkla, so er ikki latt at geva uppat, og tí siga vit, “einaferð rynka, altíð rynka”.