Magni luttók í Flugten til Hvalpsund.

Magni luttók í Flugten til Hvalpsund.

Líkindini vóru góð, tá triathlon tiltakið “Flugten til Hvalpsund” fór av bakkastokki sunnumorgunin 8. juni kl. 09.30 lokala tíð.

Limfjørðurin var spegilsblankur. Tað var at kalla ongin vindur. Sólin kagaði fram ímillum skýggini, og tað var ein lýggjur morgun. Heitið á tiltakinum, “Flugten til Hvalpsund”, kemst av, at luttakarnir skulu umborð á ferjuna Mary, sum dagliga siglur ímillum Hvalpsund og Sundsøre. Tá Mary liggur uttanfyri Hvalpsund, verður rampan koyrd niður, og luttakararnir skulu leypa úr ferguni og svimja inn til Hvalpsund.

Tað eru áleið 950m at svimja. Eftir svimjingina skulu luttakararnir súkkla 45 km og enda við at renna 10,5 km. Tað sleppa 300 luttakarar við hvørt ár. Ein av luttakarunum í ár var Magni J. Hansen úr Norðstrok.

Magni letur væl at kappingini. Hann leggur dent á, at tiltakið var sera væl fyriskipað. Har vóru nógvir hjálparar á rutunum, bæði til at halda stýr á ferðsluni, vísa veg, hjálpa um súkklan punkteraði og til at deila drekka og eta út.

Magni kappaðist í opnum bólki fyri menn 20-39 ár. Kl. 09.20 fóru teir umborð á Mary. Áleið kl. 09.30 lupu teir úr ferguni og á sjógv. Magni kom upp úr sjónum sum nr. 8.

Tað gekk skjótt at koma úr svimjidraktini, fyri síðan at latað seg í súkkluhjálmin og súkkliskógvar og so út at súkkla 45 km. Tá teir høvdu súkklað teinin, lá Magni á einum 9. plássi. Nú var bara eftir at renna 10,5 km. 4 rundir á góðar 2,6 km.

Magni kom á mál á einum 7. plássi við einari samlaðari tíð á 2 tímar og 17 min.

Spurdur um hvussu hann er nøgdur við avrikið, sigur Magni: Hatta var áleið tað eg hevði vantað. Eg veit hvat eg klári til venjing. Í dag skuldi eg bara vísa mær sjálvum, at eg eisini kann gera tað til kapping, tá setuppið er stórt, mótstøðan hørð og nervarnir spæla ein leiklut. Teir fremstu vóru alt ov skjótir, har hevði eg ongan møguleika at fylgja við. Til tey, sum eru áhugað í tølum, trackaði Magni ikki svimjitúrin. Sambært súkklutelduni var miðalferðin á súkkluni 37 km/t. Sambært renni-urinum, rann hann 3:58 min/km, sum er eitt gott tempo tá ein hevur svomi og súkkla.

Leave a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *