Ì sístu viku vóru 23 súkklarar úr Føroyum á Gran Canaria á venjingarlegu.
Hetta var ein venjingarlega, ið var skipað av SST, og er ein liður í at fáa eina størri breidd av súkklarum og triatletum.
Endamálið var at fáa nógvar kilometrar í beinini, og ikki minst at njóta góða felagsskapin, ið súkkling gevur.
À túrinum fingu vit høvði at gera eitt súkkluprát har vit tosaðu við Torkil Veyhe, Paula Poulsen og Magna Hansen um týdningin av venjingarlegu, framtíðarætlanir og ymiskt annað spennandi.

