Í morgun høvdu súkklufeløgini Norðstrok og TROY sligið høvdini saman og skipað ein felagstúr frá Effo í Skálabotni til Elduvíkar, Funnings og síðani aftur til Effo í Skálabotni. Hetta er ein teinur á uml. 42 km.
Nøkur valdu at súkkla víðari út eftur Vestaraarmi, út til Raktanga fyri síðani at súkkla heim aftur til Effo í Skálabotni.
Tað var væl blandað við fólki í morgun. Dentur varð lagdur á, at tað var ein felagstúrur. Tey sum súkkla kenna til teir nógvu tímarnar á súkkluni, og ofta í einsemi. Tí er týdningarmikið at minnast til at hava góðan felagsskap.

Fyriskiparanir av túrinum høvdu valgt at skipa túrin soleiðis at fyrst bleiv tað súkkla til Elduvíkar. Her var samling so øll kundu fáa eina lítla pausu. Síðani bleiv súkkla inn til Funning her tað aftur var ein lítil samling, og síðan bleiv súkkla aftur inn til Skálabotn. Hesaferð bleiv tað súkklað við tí ið blívur kallað rulluskift. Tað vil siga at súkkla verður í tveimum rekkjum, og síðan verður skift um at liggja fremst og føra. Hetta ger at tað er lættari at súkkla og ein góður háttur at halda feltið saman.



Tá komi var aftur til Effo í Skálabotni varð steðga fyri at drekka kaffi og onkur fekk sær nokk okkurt søtt undir tonnina eisini.
Prátið gekk væl og fólk vóru í góðum hýri eftir tveir tímar við rørslu og góðum felagsskapi.
Lítil ivi er um at samstarv er týdningarmikið í einum lítlum súkkluumhvørvi sum tað er í Føroyum.














