At venja og læra hvussu felti súkklar og at liggja rætt í feltinum, lesa tað taktiska, og verða klárur at fara við í útbrot og at fara eftir súkklarum, sum eru farnir í útbrot!
Hvørt ár á Hvítusunnu er Jylland karmur um kappingar leygardag, sunnudag og mánadag. Í ár var kappast í Horsens, Hobro og í Randers.
Teinarnir í verða súkklaðir eru á leið 70 km, og eru teir deildir upp í rundir á 23 km, 22, km og 12 km. Kappingarnar eru væl skipaðar, vegirnir eru lukkaðir og nógv hjálparfólk eru úti á teinunum, umframt at hjálparbilur koyrur við teimum fremstu súkklarunum í hvørjum felti.
Kappingin fevnir um fleiri enn 20 ymiskar bólkar sum stilla upp til start. Heilt frá U11 til H70, so talan er um stóra kapping í Jyllandi, og nógvar familjur við yngru súkklarum brúka Hvíusunnuna til súkkling har tey gista í húsbilum ella húsvognum.
Í ár vóru nakrir súkklarar úr føroyum við til kappingina. Jóhan Brend, Niclas Hallgren, Kristmund Johannesen, Súsanna Skylv, Pauli Poulsen og Jónas. Hetta er ein góð kapping til at læra seg at sita í felti saman við fleiri súkklarum.
At venja og læra hvussu felti súkklar og at liggja rætt í feltinum, lesa tað taktiska, og verða klárur at fara við í útbrot og ella at fara eftir súkklarum, sum eru farnir í útbrot.
Allir súkkararnir høvdu eina góða kapping, við góðari fysiskari venjing og ikki minst, at venja at súkkla saman við fleiri súkklarum.
Súsanna kláraði seg væl, og var samlað nr 1 í sínum bólki áðrenn tann seinasta dagin. Tó var hon óheppin, so at hon var í asfaltinum, og misti tí møguleikan at kappast um fremsta pláss. Spell fyri Súsannu, tí hon hevði súkkla sera væl hinar dagarnar.
Pauli kláraði seg eisini sera væl, og bleiv nr 2 í dag 2 og 3, og bleiv samlað nr 3. Hetta viðførdi at Pauli súkklaði so mikið nógv stig saman, og hann skal súkkla í sterkari bólki til komandi kappingar í Damark.
Pauli sigur soleiðis: ”Tað var stuttligt í teini tvey at kappast og sprinta í brekku um framsta plássið og í teini 3 at fara í útbrot, og arbeiða saman við 3 øðrum í 60 km, og halda tað heim. Men teir seinastu 3 km bleiv kappast um plaseringar, tað bleiv koyrt á í brekku og í síðuvindi teir seinastu tveir km, har tað eydnaðist at blíva nr 2”
Um fýra vikur eru Oyggjaleikir, og tá fara vit at síggja meira til hesar sterku súkklarnar og vónandi síggja vit eisini góð úrslit tá.