Sunnudagin varð kappingin Maratona dles Dolomites súkklað í Norðuritalia.
Talan er um eina kapping, har súkklað verður 138 km við 4320 hæddarmetrum.
Tað er ein stór og væl skipað kapping við luttakarum úr øllum heiminum.
Í ár vóru tveir luttakarir frá Norðstrok við í kappingini. Kristmund Johannesen og Pauli Poulsen.
Súkklað bleiv nógv í brekkum við nógvum hæddarmetrum, har báðir brúktu góðar 6 tímar um teinin.



