Føroyskir tri-atletar luttikið í kappingum í Danmark. Sí filmsbrot niðast í greinini.

Føroyskir tri-atletar luttikið í kappingum í Danmark. Sí filmsbrot niðast í greinini.

Tað táttaði í 30 hitastig, sólin skein oman og niðan og rættligur tri-stemmningur var tá føroysku íðkararnir blívu sendir út í Jels sø í suður Jyllandi kl. 11.00 sunnumorgunin 22 Juni.

Tey fýra Anna Lovisa Mýri, Bergtór Tórsteinsson og Magni J. Hansen úr Norðstrok og Andrass Joensen frá TSF, ið saman við áleið 100 øðrum íðkarum skuldu vísa sínar dygdir.

Teinurin, ið tey kappaðust í var 950 m svimjing, 45 km súkkling og 10,5 km renning. Tað bleiv svomi í Jels sø, súkklað á landavegunum runt um Jels og runnu síðan á ymiskum gøtum runt um Jels sø.

Anna Lovisa kappaðist í opnum bólki fyri kvinnur, hon kom á mál sum nummar 8 av 18 kvinnum. Samlaða tíðin hjá Annu Lovisu var 2 tímar og 57 minuttir.

Bergtór og Magni kappaðust í opnum bólki fyri menn. 34 menn luttóku í hesum bólkinum.

Bergtór kom á mál sum nummar 11. Samlaða tíðin hjá Bergtór var 2 tímar og 26 minuttir. Bergtór sigur at hann er sera væl nøgdur við svimjingina og súkklingina, men at hitin órógvaði renningina nógv.

Magni kom á mál sum nummar 5. Tíðin hjá Magna var 2 tímar og 12 minuttir. Tað gekk væl. Skiftini frá svimjing til súkkling og frá súkkling til renning gingu væl. Hann súkklaði ok, men rann ikki so skjótt sum hann plagar. Hugsast kann at tað eisini her var nógvi hitin.”

Andrass kappaðist í bólki fyri menn 50 ár og eldri. 27 luttakarar vóru í bólkinum. Andrass bleiv nummar 2 við tíðini 2 tímar og 19 minuttir. Andrass er væl nøgdur við tíðirnar hann svam, súkklaði og rann, og sum vanligt gjørdi hann tað sum skal til fyri at koma á skammlin.

Ì Helsingør vóru Brian L Feisturstein og Benjamin Thomassen og gjørdu ½ Ironman, og gjøggnumførdu teir báðir. Brian kom á mál við tíðini 6 tímar 36 min 05 sek, Benjamin kom á mál við tíðini 7 tímar 19 min 17 sek. Málið hjá teimum var at gjøggnumføra, og tað gjørdu teir báðir.

Leave a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *