Í kvøld var tað familjusúkkling, sum Norðstrok skipaði fyri til Virkið Vár ![]()
Hetta gjørdist aftur í ár eitt sera væl eydna tiltak, og fleiri høvdu funnið sær súkklurnar fram ![]()
Túrurin var væl skipaður av Albin Á Hædd Johannesen, og Rynkiby súkklarum, ið hava nógvar royndir við at súkkla á føroysku vegunum. Vit siga stóra takk til tykkum fyri at gera túrin tryggari ![]()
Eftir túrin bjóðaði KBI okkum kaffi, sodavatn og okkurt afturvið ![]()
Vit ynskja tykkum øllum eitt framhaldandi gott Virkið Vár ![]()
![]()













