Sunnudagin var FM í MTB XCO.
XCO er fjallasúkkling á olympiskum teini, har kappast verður í uml. 90 min á einari breyt sum er uml. 5 km long við blandaðum tekniskum og fysiskum avbjóðingum. Eitt ávíst tal av umførum skal súkklast.
Startur og mál var við Hotel Føroyar – við startgeirarnar á gomlu ríðibreytini.
FM rutan var 6,0 km long við 230 hæddarmetrum, og er ein góð blanding av súkkling í lendi og á grúsgøtu. Mótbrekkurnar her eru brattar og drúgvar og undanbrekkurnar tekniskar. Rutan, sum hevur verið nýtt undanfarin ár er kvett av Marknagilstunlinum, og tí var rutan løgd eitt sindur um í ár. Hendan rutan er eitt vet longri, men loyvir tveimum av bestu undanbrekkunum í økinum at vera nýttar í ársins teini.
Nógvir luttakar
Sístu árini hevur súkkling alvorliga tikið dik á seg, og tað eru sera nógv sum leita sær á eina súkklu fyri at fáa pulsin upp. Onnur takað tað eitt sindur longur, og luttakað í kappingum.
Hesuferð vóru sambart webscorer 13 luttakarar í ymiskum aldri sum luttóku. Nógvar av teimum hava vit mangan sæð fyrr, men eisini eru onkur nýggj andlit ímillum og tað er hugaligt, og í tráð við tað arbeiði sum feløgini ynskja.
Ì opnu FM kappingini vóru tað Helgi Winter Olsen, Hilmar Hansen og Gunnar Dahl Olsen sum fóru avstað við metallinum.
- Helgi Winter Olsen úr Fjallasúkklufelagnum
- Hilmar Hansen úr Norðstrok
- Gunnar Dahl Olsen úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag

Tað tikist at vera ringt hjá Helga Winter Olsen at fáa veruliga mótstóðu tá tað kemur til súkkling, og kanska serliga fjallasúkkling. Enn einaferð vann hann FM, og tað við manér.
Ì M40 var tað Òli Hansen og Bogi Højgaard sum vunnu tann bólkin.
- Òli Hansen úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelagð
- Bogi Højgaard Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag
Ì M50 vóru tað Uni Heðinson, Eddie Magnussen og Høgni Rúnason Øster sum fóru avstað við teimum fremstu plássinum.

Eingin ivi um at vit í Norðstrok eru stolt av teimum flottu úrslitinum, sum okkara íðkarar takað heim við fyri tíðina, og vónandi heldur góða gongdin fram.
Hilmar Hansen hevur haft misjavna venjing í ár, men klárar seg tó sera væl. Uni hevur vant sera væl í summar og tað sæst eisini aftur. Hann er vælkoyrandi fyri tíðina, og tók eisini gull heiðursmerki í M50.
Her eru nakar myndir, sum Reidar F Joensen hevur tikið:







