Ein av okkara kvinnuligu íðkarum Anna Lovisa Myri luttók fyri kortum í 1/2 Ironman Emilia Romagna 70.3.
Anna Lovisa hevur veruliga fingið smakkin av at íðka triatlon, og hevur hon longu luttikið í fleiri kappingum uttanlanda. Millum annað luttók hon saman við fleiri øðrum føroyingum í Danmark fyrr í ár.
Hesaferð var tað í Italia í vakra landslagnum Emilia Romagna. Eitt sum dregur fleiri av teimum, sum íðka triatlon er at luttakað í kappingum har tað er møguleiki, at fáa nakað av mentan og flottum umhvørið við.

Anna Lovisa hevur vant javnt ígjøggnum summari, men av tí at hon eisni millum annað sang á summarfestivalinum og annað, so bleiv tað kanska ikki so nógv sum hon hevði vilja.
Ì aldursbólkinum har Anna Lovisa luttók vóru 20 luttakarar, og kom hon á mál við tíðini 6 tímar 20 min sum nummar 12, ið er ein góð tíð, serliga sæð í ljósinum av, at tað var sera heitt. Júst hitin er nakað, ið nógvir av okkara føroysku íðkarum stríðast við tá teir kappast uttanlanda.
Anna Lovisa sigur at hon er longu farin at venja upp til at kappast aftur, men akkurát hvar tað verður vil hon ikki siga nakað um enn.

