Bergtór hevur víst at áhaldandi venjing gevur úrslit.

Bergtór hevur víst at áhaldandi venjing gevur úrslit.

Eingin loyna er, at Norðstrok hevur fleiri góðar triatletar og súkklarar, og sjálvdan fer ein kapping aftur við borðinum uttan, at Norðstrok er umboða.

Bergtór og unnustan Barbara, ið eisini er hansara dyggasti stuðul, eiga tvey børn. Hann starvast hjá MOWI í Oyndafirði. Um Várið og Summarið tekur hann av og á súkkluna til arbeiðis, og hetta gevur honum allarhelst eisini gott í beinini, umframt alt tað, hann framman undan venur.

Bergtór hevur í fleiri ár vant til triatlon og hevur luttikið í nógvum stórum kappingum bæði her heima og uttanlanda. Umframt tað hevur hann eisini umboða Føroyar fleiri ferðir á Oyggjaleikum, og tað gjørdi hann eisini fyrr í ár.

Umframt at venja, er hann eisini tiltaks limur í nevndini hjá Norðstrok og ein dyggur stuðul undir nevndararbeiðinum.

“Einki kemur av sær sjálvum. Tú mást venja og vera áhaldandi, um tú skalt blíva góður.”

Triatlon og súkkling eru harðir ítróttir, og krevja úthaldni og nógvan vilja. Tí er sera týdningarmikið at venja væl og áhaldandi, og ikki minst at hava eina góða og solida ætlan fyri kappingarárið. Og ikki kann annað sigast, enn at Bergtór hevur prógvað, at hann hevði eina væl útarbeidda venjingarætlan og kappingarætlan fyri ári 2025.

Hetta er myndin niðanfyri prógv um saman við øllum teimum flottu avrikinum, hann eisini hevur gjørt uttanlanda í ár.

Hetta er myndin til vinstru prógv um saman við øllum teimum flottu avrikinum, hann eisini hevur gjørt uttanlanda í ár.

Bergtór hevur luttikið í fleiri FM-kappingum í ár og hevur tíðskil megnað at ogna sær hesi plássini:

  • FM Triatlon (Sprint) – Gull
  • FM Triatlon (OL-Teinurin) – Silvur
  • FM Einkultstart – Silvur
  • FM Landaveg súkkling – Bronsa
  • FM Býðarsúkkling – Silvur

Spurdur, hvat vónirnar eru til kappingarárið 2026, svarar Bergtór soleiðis: “Tær eru góðar, men sjálvandi fær tíðin at vísa hvat mann røkkur til tá. Tað er ein langur vetur fyri framman, og tað skal nógv innivenjing til. Ein venjingarætlan er gjørd, og so er bara at halda hana.”


Vit ynskja Bergtór allar bestu eydnu við kappingaráriðnum 2026. Vit eru vís í, at við hansara á og ágrýtni og áhaldandi venjing aftur verður at síggja á skammlinum næsta ár.

Leave a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *